i hele databasen i det viste
Fiskimálaráðið
Skipaeftirlitið
IMO
Lógasavn
Schultz
Søfartsstyrelsen
Skráset teg sum brúkari her
Nýggjur regluportalur
Hesin nýggi regluportalurin er meira framkomin og brúkaravinarligur enn tann gamli. Leitimøguleikarnir eru fjølbroyttari og meira nágreiniligir, eins og talan er um ein “internet-baseraðan” regluportal, t.v.s. at internetsamband er einasta treyt fyri at fáa atgongd til allar upplýsingar á regluportalinum.
Regluportalurin og sjálvvirkandi tíðindatænastan
Skipaeftirlitinum er heimilað at áseta lógarreglur viðvíkjandi trygd á sjónum í “Fráboðan frá Skipaeftirlitinum.
Hesar fráboðanir frá Skipaeftirlitinum verða ikki lýstar á vanligan hátt í Kunngerðablaðnum A, men bara í elektroniskum formi á regluportalinum hjá Skipaeftirlitinum sum sæst umvegis heimasíðuna www.fma.fo ella beinleiðis á http://fma.lovportaler.dk
Regluportalurin hevur eina innbygda tíðindatænastu, sum sjálvvirkandi sendir skrásettum brúkarum eina teldupost-fráboðan, hvørja ferð nýtt, dagført ella broytt tilfar verður lagt út á regluportalin. Skráseting til hesa tænastu fer fram við at fylgja leiðbeiningini undir teiginum ”Tíðindatænastan”.